Til Íslands við frystum svartkjafti

Tvey íslendsk og eitt grønlendskt skip hava landað frystan svartkjaft undan Føroyum í Íslandi.

Tað er virkið hjá Sildarvinnsluni á Neskaupstaði, sum tekur ímóti tí frysta svartkjaftinum, og higartil hevur virkið fingið umleið 2.650 tons.

 

Ein partur av svartkjaftinum verður frystur heilur umborð, meðan hitt verður avhøvdað og síðani fryst. Tann heilfrysti svartkjafturin verður útfluttur, og er tann fyrsta lastin longu avskipað. Tann avhøvdaði fiskurin verður turkaður. 

 

Tað eru tey bæði íslendsku skipini Vilhelm Þorsteinsson og Hákon og grønlendska Polar Amaroq, sum landa frystan svartkjaft undan Føroyum til virkið á Neskaupstaði.