Allahalganna sunnudag í ár veðra 7 ár síðan Hoyvíkar kirkja bleiv vígd.
Nógv framstig eru gjørd á tí kirkjuliga økinum síðani tá.
Vit hava fingið okkara egnu kirkjusókn og kirkjuráð.
Nú 1. septembur fingu vit saman við Kalbak, Kalbaksbotni, Sundi og Hvítanesi
okkara egna prestagjald, sum nevnist Suðurstreymoyar norðara prestagjald.
Komandi sunnudag 7. sept. skal nýggjur sóknarprestur – Theodor D. Olsen – innsetast í Hoyvíkar kirkju, sum okkara fyrsti sóknarprestur .
Ein stórhending fyri alt kirkjufólkið í kirkjusóknini.
Í øll hesi árini, síðan kirkjan kom, hava vit, bæði skrivliga og munliga, heitt á býráðið um at fáa gjørt ein kirkjugarð í Hoyvík.
Tá vit hava fingið svar, hevur tað verið: ” Vit arbeiða við málinum”
Nógvar jarðaferðir hava verið úr Hoyvíkar kirkju, men tann stóri trupulleikin er, at tað er so langt út í kirkjugarðin við Landavegin og vit skulu allan teinin eftir vegi við nógvari ferðslu.
Ein alt ov langur teinur at ganga og má man tí leiga busar til fólkið sum vil vera við til jarðaferðina.
Hetta kann ikki halda á fram.
Eisini haldi eg, at tað má vera ein mannarættur at fáa kirkjugarð á staðnum har, sum ein býr.
Í Hoyvík búgva c. 4000 fólk, og fólkavøksturin stendur við.
Fari at loyva mær at spyrja borgarstjóran:
Hvussu langt er málið um kirkjugarð í Hoyvík komið?
Hvar skal hann vera?
Nær verður ein kirkjugarður í Hoyvík klárur at taka í brúk?
Umráðandi er at vit fáa ein kirkjugarð nær kirkjuni, og at man ikki skal út í alla ferðsluna fyri at koma fram.
Málið hevur skund!