eg hómi teg kámt í regninum -
í gráum jakka, gráum waders....og keppi.....
yvuri á Ritukletti, sjálvandi
tú stendur á lítlakletti og kastar langt!
Og út móti brotinum í Tjørnuvík -
eyguni kannandi allatíð...hvar springa síl?
Tá flóðin kom inn, vóru tey har
ein løta í tigandi kappfisking!
Uppi undir Stígum -
sveittin lak av okkum....lýggja og góðveður
tey vørraðu yvir tað heila
men tað kvøldið tóku tey ikki!
Á Nesi í Hvalba -
í skýming tá sílini komu
eg fekk tey flestu
men tú fekst tað størsta!
Í stovuni í Saksun -
við eini kaldari....tú smílist
sigur: hvat er lívið ikki herligt, Jensurin
er hetta ikki akkurát tað?
Eg hómi teg allastaðni, Høgni -
í hvørjum lukti, hvørjum liti, hvørjum lagið
tú vart umleið alt fyri meg
og nú ert tú ikki meira!
Nú veit eg onki, Høgni -
nú kenni eg meg einsamallan
og hann sigur frá regni í nátt
áarføri í Saksun...uttan teg!
---- -- ---- -- ---- -- ---- --
á góðasti Høgni -
Eg hómi teg kámt í regninum -
nú vendir tú rygg
og so knappliga....ert tú ikki har meira
áarføri í Saksun, men tú ert farin!
------------
Jens Christian










