Til gongu til Vestmanna á Bátastevnu

Gongufeløg fara aftur í ár at skipa fyri gongutúri til Vestmanna í sambandi við bátastevnuna, sum verður har 15. mai. Hesaferð verður gingið eftir gomlu varðagøtuni úr Saksun

GONGUTÚRUR
Tíðindaskriv

Gongufeløgini í Vágum, Havn og Eysturoynni gjørdu í fjør ein gongutúr til Vestmannar í sambandi við Bátastevnuna Kjalarvatn.
Hetta varð ein góður túrur. Stuttligt var at fylgjast við gongufólkum úr øðrum feløgum, og hugnaligt var at koma til Vestmannar, síggja bátarnir og hitta fólk, so semja varð um at endurtaka tiltakið.
Bátastevnan Kjalarvatn verður aftur nú leygardagin 15. mai. Tá ætla gongubólkarnir at ganga til Vestmannar, so vit síggja bátarnir, tá teir stevna norður gjøgnum Vestmannasund.
? So komið øll gongufólk og latið okkum aftur stevna móti Vestmanna hesaferð eftir gomlu varðagøtuni úr Saksun. Neyðugt er at melda seg til á kunningarstovunum, so vit kunnu skipa fyri farti til Saksunardalin, haðani byrjað verður at ganga kl. 11. Bussur fer úr Havn kl. 10, og er áhugi fyri tí, verður eisini skipað fyri bussi aftur úr Vestmanna. Vágafólk og Eysturoyingar í bili sleppa upp í bussin við tunnilsmunnan í Kollafirði.
Tilmelding fer fram á kunningustovunum kring landið.