Til gongu úr Hvalba til Sandvíkar

Í morgin skipar ferðavinnan í Suðuroy fri enn einum gongutúri. Hesuferð gongur leiðin úr Hvalba til Sandvíkar

Ferðavinnan í Suðuroy

Tey, sum ikki hava roynt at gingið tað gomlu bygdargøtuna ímillum Sandvík og Hvalba, fáa nú høvi til at royna tað. Og hjá teimum, sum enn minnast, at hendan farleiðin var einasta samband úr Sandvík eftir landi, stendst nú í boðið at vekja gomul minni aftur
Í morgin skipar ferðavinnan í Suðuroy nevniligafyri gonguferð úr Hvalba til Sandvíkar eftir teirri gomlu bygdargøtuni, upp um fjallið.
Og tað eru sjálvsagt mong, sum enn minnast tíðina, tá í henda farleiðin var álitið hjá sandvíkingum, tí tað eru ikki meiri enn 24 ár síðani, at Sandvík fekk vegasamband við "umheimin" gjøgnum tunnilin.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Gamla Skúla í Vági klokkan 10 í morgin árini og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.30.
Gongutúrurin byrjar í Giljum, haðani gingið verður niðan á Heiðarnar og síðani niðan á Eggina. Síðani verður farið niður í Ovara dal og oman í Niðara Dal. Nú koma vit oman á slætt við Steinin við Vaðið. Fara so eftir Mýravegnum og inn í Bø.
Staðkend heimildarfólk eru við á túrinum.

Síggja bygdarsavnið
Í Sandvík er eitt bygdarsavn, sum høvið eisini verður at vitja. Tað eru hálvtannaðhundrað ára gomlu Bóndahúsini Uttan Ánna, sum eru partur av gomlu bygdasøguni í Sandvík og ein dýrgripur fyri bygdina.
Aftaná gongutúrin verður farið at síggja gomlu húsini og tað sum inni og har verður eisini ein heitur munnur at fáa við onkrum góðum afturvið. Drekkamunnur og at síggja bóndahúsini kostar 50 krónur.
Eftir loknan túr verður farið aftur við bussi úr Sandvík til ávikavist Kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági.
Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er 100 krónur fyri vaksin, men hjá børnum er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 ella á 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 ella á 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Hetta er næstseinasti gonguferðin, sum ferðavinnan í Suðuroy skipar fyri í ár eftir teimum gomlu varðagøtunum. Seinasti túrurin verður næsta leygardag og hann verður úr Øravík til Vágs.