Um vikuskiftið kemur, Lyle Shelton, sum dagligur leiðari í Australian Christian Lobby, til Føroya, og her verður skipað fyri fleiri tiltøkum, har hann fer a ávara Løgtingið ímóti at samtykkja uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum.
Tað er felagsskapurin, Ja til hjúnabandið, sum stendur fyri vitjanini, og tey eru Ann Dahl Hansen, Arni Zachariassen, Helgi Abrahamsen og Karl Johannesen
Fyrireikararnir siga, at Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Fríggjadagin setir hann so kós ímóti Føroyum, og hann steðgar her til mánadagin.
Í Føroyum verður Lyle Shelton við á almennum og óalmennum tiltøkum, men høvuðstiltakið verður sunnudagin, tá ið hann heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt um, “Hvat javnrættindi kosta samfelagnum”.
Lyle Shelton er ikki samdur í, at tað ongar avleiðingar fær fyri samfelagið, at broyta hjúnabandslógina
- Arbeitt hevur eisini verið við at fáa kjak í lag millum Lyle Shelton og umboð fyri tey, ið vilja broyta hjúnabandslógina, og eydnast tað, verður tað eisini partur av tiltakinum, siga fyrireikararnir.