Páll Hansen Næstformaður MF
Hvussu arbeiðir Skipaeftirlitið við manningum, sum til dømis útskriving av undantaksloyvum? Hvør hevur eftirlit við Skipaeftirlitiðinum. Er hettar eftirlit til?? ella svevur hettar eftirlit bara.
Tað er eina ferð blivið sagt, at Fiskimálaráðið og Skipaeftirlitið leggja stóran dent á eitt tætt,ckonstruktivt og mennandi samstarv við m.a. avvarðandi sjómannafeløg, reiðari og sjóvinnuaktørarnar. Samstarvið má tó fara fram á einum sakligum grundarlagi og umvegis røttu samstarvs og samskiftis umboðum.
Er tað blivið soleiðis, at fólk kunnu ganga inn og út vestri í Vágunum og fáa akkurát tey manningarskjøl, sum teimum lystir?
Ella sum dømi er um, at undantaksloyvir skriv síðst 2005 ikki verða send viðkomandi pørtum til kunnleika fyri enn í mars 2006?
Hendan málsviðgerðin lýkur ikki treytirnar í fyrisitingarlógini og heldur ikki málsetningin oman fyri, men hendan lov er nokk ikki galdandi fyri Skipaeftirlitið.
Tykist mær, sum at tað er bert manningarfeløgini, sum skulu kæra allar avgerðir til sjóvinnuráðið.
Tað kann nú ikki verða rætt Óla Hans .
Ella er tað virkuliga so, at er tú reiðari, ja tá er bara ein telefonsamrøða nokk til at fáa broyt eitt manningarsjal, og óneyðugt er at brúka kærumøguleikan.
At grundgeva fyrri sinum avgerðum er ikki neyðugt, ongin opinleiki.
Fyrisitingarlógin er ikki til fyri Skipaeftirlitið,
Vit hava nú eisini lóginar hjá Aksel Sandemose.
Er tað virkuliga soleiðis Óla Hans, at avgerðir í Sjóvinnuráðnum
kunnu broytast við einum pennastroki vestri í Vágum?
Er tað meiningin hjá Skipaeftirlitiðinum at undirgrava alt sum eitur virðing fýri útbúgving. Tað kann ikki vera rætt, men er nokk meiningin, tá eru fólk nemmari at kontrollera.
Hvussu við Løgtingslóg um manning av skipum, sum skuldi lirkast í gjøgnum Løgtingið undir páskot av, at Islandssáttmálin kravdi tað?
Hvør hevur gjørt hesa lov? Sjómannafeløg hava ikki veðri við.
Er tað so, at umsitingin sjálv ger tær lógir sum hon sjálv skal umsita
Fái meg ikki at trúgva at tað er so? Ella er tað so???
Mær vitandi er Skipaeftirlitið ein eftirlitsmynduleiki, sum hevur til uppgávu at síggja til, at lógir og reglur verða hildnar, men kann ikki lata vera við at hugsa tankan um, hvussu nógvum kaskettum, teir eru útgjørdir við, tí viðhvørt blandar Skipaeftirlitið seg upp í útbúgvingar, og aðrar tíðir gongur hettar eftirlit á odda fyri broytingum í manningarásetan uttan haldgóðar grundgevingar.
Er tað so, at tá ongar millumtjóða sáttmálar eru galdandi fyri
Fiskiskip,tá kann trygdin liggja á einum sera lágum støði???