Til fimleikafelagið »Ljósið«

Eg vil við hesum harðliga mótmæla framferðini í sambandi við útveljingina av smágentum til úrvalslið felagsins.

Soleiðis fór útveljingin fram:

20 gentur vóru bodnar at møta til útveljingina.

Dóttir mín fekk eitt bræv heim við sær, har tað stóð, at 20 gentur fóru at vera til útveljingar, men bert 16 fóru at vera valdar út. 12 til úrvalsliðið og 4 eyka. Aftaná nógv togtogarí endaði tað við, at dóttir mín fór. Mær dámdi tað einki, tí eg grunaði ilt, men tá var ov seint at steðga, tí hon hevði sæð brævið og fingið boðini.

19 gentur møttu. 16 vórðu valdar, nøvnini vórðu rópt upp ? ein fyri og onnur eftir - gleði og gleimur hjá teimum útvaldu, men har 3 stóðu eftir við ongum, dóttir mín var ein teirra. Onkur fór at gráta. Hesar, sum stóðu eftir, vóru 10 og 11 ára gamlar.

Eg skilji ikki, at eitt fimleikafelag við ábyrgd fyri so nógvum børnum, fær seg til at gera tílíkt. Eg kundi góðtikið tað, um tað hevði verið umvent ? at 3 út av 19 vóru valdar út. Venjararnir, sum velja út og venja úrvalsliðið, eru tvær 16 ára gamlar, tær eru alt ov ungar til at hava so stóra ábyrgd.

Oman á tað heila kom so, at tá eg so ringdi til formannin at klaga um framferðina, tók hon orðið av mær, og harmaði ljótu framferðina hjá felagnum og segði, at hon skuldi áleggja venjarunum at taka hesar 3 vrakaðu genturnar við á liðið sum plástur upp á sárið. Dóttirin var ovurfegin um tað, og gleddi seg stórliga. Seinni tók formaðurin tó lyftið í seg aftur. Sostatt hevur verið vónbrot oman á vónbrot.

Hevði eg vitað betur, hevði eg ikki latið dóttrina gingið hjá felagnum. Hon hevur einaferð verið vald til úrvalsliðið, tað var fyrsta árið, hon gekk. Sjálvandi var hon glað og errin av tí, men vit foreldur vórðu als ikki eftirspurd, ella fingu at vita, hvat ið tað kundi hava við sær av møguligum vónbrotum seinni. Eg sigi fyri meg, at um eg hevði vitað tað, sum eg veit nú, hevði eg noktað at latið dóttur mína í klórnar á slíkum so hjartaleysum og ábyrgdarleysum felag.

Vónandi fær hetta lesarabrævið ikki keðiligar avleiðingar fyri dóttur mína, henni dámar væl at ganga til fimleik og vil ikki skifta felag, sjálvt um eg havi spurt hana, men kanska kann hetta, sum eg havi ført fram, fáa tykkum í »Ljósinum« at hugsa tykkum um, og gera útveljingina minni hjartaleysa í framtíðini.


Tove Askham