Summir av teimum útlendingunum, ið eru komnir til Føroya at arbeiða, eru uttan fyri allan lóg og rætt.
Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at nýggja útlendingalógin kom í gildi sum ger tað munandi lættari at fáa ES borgarar til Føroyar at arbeiða.
Í Sosialinum í gjár vistu vit at siga, at higartil hava 20 føroyskir arbeiðsgevarar søkt donsku útlendingatænastunua um alment loyvi at fáa útlendska arbeiðsmegi úr ES londunum til Føroyar at arbeiða.
Higartil eru 14 umsóknir avgreiddar og hinar seks er undir viðger.
Hendan góðkenningin gevur arbeiðsgevarunum rætt at fáa útlendingar higar at arbeiða, uttan at søkja um nýtt loyvi í hvørjum einstøkum føri. Men treytin er kortini, at arbeiðsgevararnir skulu í hvørjum einstøkum føri boða útlendingatænastuni frá, hvørjir útlendingar teir taka í arbeiði og, hvussu leingi teir skulu vera her.
Samstundis skulu teir binda seg til at tryggja útlendingunum 30 tíma arbeiðsviku og teir skulu eisini arbeiða eftir føroyskum sáttmálum.
Hetta sigur sostatt onki um, hvussu nógvir útlendingar eru komnir higar at arbeiða higartil.
Uttanfyri lóg og rætt
Vit hava spurt fakfelagsleiðarar, hvørjar royndir teir hava at støðuni, nú útlendingalógin hevur virkað í tveir mánaðir.
Bæði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, eru samd um, at higartil hava tey ikki merkt so nógv til nýggju útlendingalógina.
Men tey eru eisini samd um, orsøkin til at so lítið hevur verið at frætt um støðuna, er, at hægsta feriutíð hevur verið og at virksemið tí eisini verið avmarkað.
Men IngeborgVinther staðfestir kortini, at í Føroya Arbeiðarafelag hava tey fingið at vita, at summir arbeiðsgevarar í fáa útlendingar hendavegin, geva teimum ikki somu rættindi, sum teir føroyingar hava, sum eru limir í fakfeløgunum.
- Summir av útlendingunum eru ikki skipaðir í nøkrum fakfelag, tí tað vil arbeiðsgevarin ikki og sostatt eru teir uttanfyri alla lóg og allan rætt, sigur hon.
Hon sigur eisini, at tey hava dømi um, at útlendingar verða bidnir framum føroyingar, tí arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja útlendinginum 30 tíma arbeiðsviku.
- Tað ger, at útlendingarnir verða bidnir til arbeiðis fyrst, tí kravið er, at teir skulu hava minst 30 tímar, men hvat viðvíkur føroyingum er onki slíkt krav og tí koma føroyingarnir at sita heima, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Hetta sama staðfestir Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
- Hesar báðar fyrstu mánaðirnar, útlendingalógin hevur verið í gildið, hevur trupulleikin ikki verið so stórur.
Men hann kennir eisini til tað, at arbeiðsgevarar ikki vilja hava, at arbeiðsfólkið eru limir í fakfelag, og hetta rakar í serligan mun útlendingar.
- Tey, sum ikki eru limir í fakfeløg, fáa heldur ikki eftirløn og tey fáa heldur ikki trygging útgoldnað í sambandi við álvarsliga sjúku og tað eru slakar 80.000 krónur, sum talan er um. Tey avvarðandi fáa ikki lívstrygging við deyða og har er talan um einar 300.000 krónur. Somuleiðis eru eisini børnini hjá limunum eisini tryggað.
- Alt hetta missa arbeiðsfólk, sum eru ikki eru limir í fakfeløgunum fyri at arbeiðsgevarin kann stinga tey sosialu gjøldini í sín egna lumma.
Hansara fatan er kortini, at fæst eitt gott samskifti við arbeiðsgevararnar, fer í allarflestu førum at bera til at fáa viðurskiftini í rættlag.
Les eisini greinina: Samgongan heldur ikki orð.