Til Føroya Sílaveiðufelag og aðrar, um so er at teir eru

Eg sat á einum stóli og lurtaði eftir útvarpinum, kemur ikki útvarpsmaðurin og fortelur okkum, at sílaveiðufelagið hevur klagað um aling á Sands vág.

Eg ivist stórliga í, um hetta eru edrúir menn, ið hava klagað. Eg veit onki annað um nú í nógv harrans ár, enn at ymsar kanningar eru gjørdar av Sands vatni, tí ongi síl hava verið í vatninum. Og nú skal tað knappliga vera ein aliringur, sum liggur langt úti á Sands vág, ið forðar sílum í at koma niðan í vatnið. Eg kundi tonkt mær at vita, hvat Sílaveiðufelagið og maðurin, ið nevndur bleiv í útvarpinum, hava at bjóða okkum ístaðin fyri smoltalingina. Eitt felag søkti um at fáa aling á Sands vág, men tað kundi ikki lata seg gera, tí landsstýrið hevði lagt Sandoynna av til smolt burturav. Hetta fekk kommunan á Sandi greið boð um, og mátti hon tí taka av tilboðnum, sum nú er, og tað eiga teir at standa við. Í turkinum í summar hendi tað, at áin úr Sands vatni var heil, so sum ofta hendir, og tá sigur tað seg sjálvt, at ikki er svimjandi hjá sílum eftir sandinum. Tá stóðu sílaveiðumenninir hendur í lumma og søgdu »keðiligt« ístaðin fyri at taka og grava ánna, tá stóðu síl uttan fyri og bíðaðu eftir at áin skuldi renna; men tey apaðust ikki upp á nakran aliring.
Síðan hendi tað, at tá ið áin fór at renna, breyt hon sær veg heilt yvir undir bakkanum, og er har sera grunt og hart lendi, so hetta gevur trupulleikar hjá sílum at sleppa niðan.
Annars er at siga, at í mínum ungu árum bleiv áin grivin av ungdóminum. Hetta komst av, at spælipláss var á sandinum oman fyri Mølheygarnar, so tá ið áin var heil, fleyt inn á plenuna og so maður av húsi við spaka at grava ánna. Vit savnaðu pengar saman at gera spæliplássið í stand við, væl gekk, vit áttu nógvan pening, men tá ið skuldi farast til verka, kom yvirfriðingarnevndin úr Havn og noktaði okkum at hava spæliplássið; men at tað var nógvar ferðir vakrari tá enn ruinurnar nú eru, tað minnast sandingar væl og eru sera skuffaðir.
Nú sær aftur út, sum at nakrir rík menn úr Havn aftur skulu koma her og forða okkum vinnuvegin, men her eiga tit at halda fingrarnar vekk og lata okkum fáa frið.
Fyrst í aliringurin kom var tað grindin, ið skuldi ræðast, grindin hevur verið, og tað hevur ongin grindarakstur verið betri enn tað sama.
Annars samanumtikið eru tit sera væl komnir til Sands, bæði at fiska og at vitja; men soleiðis at taka broddin av okkum, nei góðin, tað verður ikki.