Til Føroya at uppliva eina myrka løtu

Øll kømrini á teimum stóru gistingarhúsunum í Føroyum eru bíløgd í nakrar dagar í mars 2015, tí tá verður sjáldsama fyribrigdið full sólarmerking her

20. mars 1015 verður ikki heilt vanliga fyribrigdið sólarmyrking á norðaru hálvkúlu, og hon verður full í Føroyum eins og á Svalbard og á Norðpólinum.
Fólk um allan heim eru longu farin at fyrireika seg til henda dagin, og tað vita stóru gistingarhúsini í Føroyum alt um.
Longu fyri nøkrum árum síðan høvdu ferðaskrivstovur lagt seg á øll kømrini á Hotel Hafnia í Havn, og tað sama siga tey í Hotel Føroyar samtakinum. Kristianshús í Mykinesi og Gjáargarður hava eisini fingið fleiri áheitanir um innivist. Sjómansheimið í Klaksvík hevur eisini fingið fleiri áheitanir, men har bóka tey ikki kømur so langt fram í tíðina
- Tað skal eg lova fyri at áhugin fyri at koma higar tá er stórur. Bæði útlendskar og føroyskar ferðaskrivstovur hava bílagt øll kømrini, og eisini ein amerikansk, sum vit ongantíð áður hava havt samband við.
Tað sigur Jóhanna Rasmussen, sum bókar allar bíleggingar á gistingarhúsunum í Hotel Føroyar samtakinum.

Yvirfylt
Ferðaskrivstovurnar hava allar biðið um at leiga heilt nogv kømur. Bara ein amerikansk ferðaskrivstova hevur biðið um 500 seingjarpláss.
Bíleggingarnar eru fyri tríggjar, fýra ella fimm dagar fram til 20. mars.
Jóhanna Rasmussen heldur tað vera stuttligt at hugsa sær, at ein so stutt løta við fullari sólarmerking skal hava so stóran áhuga úti í heimi.
Sólarmyrkingin byrjar 20. mars kl. 9.44.14 og varir tveir minuttir og 47 sekund.
- Men hvat nú, um tað verður svart í mjørka henda dagin? Vit hava tikið tað fyrivarni, at vit í svarunum til bileggingarhava viðmerkt, at eingin kann veita trygd fyri, at sólarmyrkningin sæst.
Fyritøkur í Føroyum eru so smátt farnar at fyrireika seg til sólarmyrkingina, og Jóhanna Rasmussen vónar, at øll tiltøkini verða samskipað, tí fyribridgið við sólarmyrkingini er veruliga nakað, sum kann geva ferðavinnuni nógv.

Stórur áhugi
Pól Jespersen, fyrrverandi studentaskúlalærari við stórum innliti í astronomi veit at siga, at um allan heim eru fleiri feløg, sum fylgja væl við og skipa fyri ferðum til tey stóð, har fyribrigdi sum full sólarmyrking eru at uppliva.
Hann er eitt sindur ivasamur við, hvussu verður við sólarmyrkingini í Føroyum 20. mars 2015, tí tað er ringasta tíð á árinum til slíkt.
Av tí sama er so umráðandi, at ferðaløgini eisini hava ymist annað á skránni, eitt nú mentanarlig tiltøk. Eitt árið, tá ið sólarmyrking var ein Ungarn, fór Pól Jespersen til tað landið, og ferðin var væl fyriskipað við nógvum ørðum tiltøkum í ferðapakkanum.
- Tað mugu føroyingar eisini hava í huganum. Her mugu vera nógv onnur tiltøk teir dagarnar, sigur Pól Jespersen.

Fakta:
Full sólarmyrking er, tá ið mánin kemur fyri alla sólina. Í staðin fyri sterkt sólarljós er tann ósjónliga myrka mánaskiva. Sólarringurin verður sjónligur sum ein lýsandi ringur.

Sólarmyrkingin byrjar 20. mars 2015 kl. 9.4414 og varir 2 minuttir og 47 sekund.

Seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var í 1954. Tilkomin fólk minnast, hvssu kríaur og fenaður bóru seg at, tí tey hildu náttina vera komna.