At hava 30 ára starvsdag er eitt sindur serligt. Fyri tað fyrsta er ikki øllum beskorið at arbeiða í so nógv ár á sama arbeiðsplássi, og tað eru heldur ikki øll, sum tíma hetta. At pápa untist at halda 30 ára starvsdag, eru vit sera glað fyri, og vilja vit tí heiðra hann við hesi heilsan.
Sum so nógvir aðrir á pápasa aldri, so fór pápi til skips, tá hann var uml. 14 ára gamal. Sigldi við ymiskum skipum til Tjaldrið kom í 1976, tá hann bleiv settur í starv sum skipari, og hevur nú ført Tjaldrið í 30 ár.
Í øll hesi 30 ár hava vit ikki hoyrt hann sagt nakað øvugt orð um sítt arbeiði, og má hetta merkja at honum hevur dámt væl. Pápi hevur altíð verið glaður fyri sítt arbeiði og fyri at kunna fara til arbeiðis. Hetta ávirkaði okkum børn soleiðis, at vit ikki vóru so kedd, tá hann fór avstað, men heldur gleddu okkum til hann kom aftur 14 dagar seinni.
Fyri nøkrum árum síðani fór heilsan hjá pápa at bila, og varð hann tá so sjúkur, at vit ivaðust í um hann aftur fór at verða førur fyri at fara á sjógvin aftur, og vistu vit, at hetta tók honum fast. Men ein er Hann ið hægri er, og sum stýrir øllum, og eru vit Honum taksom fyri, at pápi fekk heilsuna aftur.
Meðan pápi var sjúkur, segði hann ofta, at hann ynskti at kunna uppliva sín 25 ára starvsdag, hetta ynski bleiv uppfylt, og kann hann nú feira sín 30 ára starvsdag.
Góði pápi, verfarðir og abbi! Vit gleðast saman við tær og ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og ynskja tær alt tað besta, og má Jesus pápi signað teg framyvir.
Heilsan
Familjan










