Ein 16 ára gamal drongur noyðist helst til Danmarkar, eftir at hann sunnunáttina fekk kjálkabeinið brotið Hann var hjá politinum í gjár og meldaði ein mann fyri at hava sligið seg, tá ið hann hevði verið til DJ-show í høllini á Hálsi.
Tann 16 ára gamli maðurin var bæði sligin og sparkaður, og brotið á kjálkabeinið var so mikið ringt, at hann helst skal á Ríkissjúkrahúsið.