Til Danmarkar at syngja Kingo

Kingobólkurin í Tjørnuvík er boðin til Danmarkar at syngja Kingo á hátíðarhaldi í samband við, at 300 ár eru liðin, síðan Thomas Kingo doyði

Hátíðarhald

Tjørnuvík:Kingobólkurin í Tjørnuvík fer til Danmarkar á páskum. Ørindini eru at syngja gomlu Kingosálmarnar á hátíðarhaldi, sum hildið verður í Danmark í samband við, at 300 ár eru liðin, síðan Thomas Kingo doyði.
Ein av fyrireikarunum, Asbjørn Djurhuus, sigur, at tey millum annað skulu syngja í Fraugde á Fyn, har Thomas Kingo livdi seinastu árini og eisini doyði.
Hátíðarhald í samband við 300 ára deyðadag Kingo´s, sum er 14. oktober, verða hildin alt ár í Danmark. Tað er Keypmannahavnar biskuppur, sum skipar fyri, sigur Asbjørn Djurhuus.
Tjørnuvíkingar eru tey einastu í øllum heiminum, sum regluliga syngja gomlu Kingosálmarnar, og tað hava tey frætt í donsku kirkjuleiðsluni. Hildið varð tí sjálvsagt, at Kingobólkurin varð boðin at luttaka í einum slíkum hátíðarhaldi.
Tey vera gott 20 fólk í ferðalagnum, sum fer til Danmarkar á páskum, sigur Asbjørn Djurhuus.
Meira um ferðina verður at frætta í serblaðnum Vikuskifti, sum kemur í Sosialin leygardagin.