Føroyska útisetakórið, Húsakórið, ið hevur yvir 10 ár á baki, er enn sum áður sera virkið.
Kórið hevur bústað í Keypmannahavn, og venur nógv í løtuni. Orsøkin er, at ein framførðsla verður í Helligånds Kirken 12. desember, har samtakið, Norðuratlantskórið, fer at vísa sítt kynstur. Hesin bólkurin er settur saman av føroyskum, íslendskum og grønlendskum sangarum.
Í næstum fer Húsakórið at skipa fyri fleiri tiltøkum, so sum bingo og dansi. Hetta kemst av, at kórið hevur ætlanir um at leita sær til Barcelona at syngja í sambandi við eina kórstevnu, ið verður hildin har í maimánaði.









