Til Azorurnar við útróðrarbáti

Tær komandi vikurnar fara føroyingar til Azorurnar, har ætlanin er at seta seg á ein part av fiskivinnuni. Stjørnin á Azorunum hevur víst áhuga fyri at fáa føroyskar fiskimenn til landið, og nú hevur eitt privat portugisiskt felag fingið avtalu í lag við føroyingar

Tað byrjaði afturi í 70?unum, og nú eru tað aftur fleiri menn, sum halda, at tað er skilagott at fara til Azorurnar at fiska við útróðrarbáti. Møguleikin hevur nevniliga boðið seg aftur, tí eitt portugisiskt felag, sum í nógv ár hevur havt samstarv við føroyingar, vil fegið seta í gongd við einum seks til átta bátum.
Í fyrsta umfari er talan um útróðrarbátar, tað vil siga 30-40 fót bátar. Og menn eru spentir at fara, tí ES hevur gjørt stórar íløgur í fiskivinnuna. Millum annað hevur ES bygt nýmótans havnir, soleiðis at olja og ísur er lætt at fáa fatur á.
Men áðrenn føroyskir útróðarmenn fara við bátum sínum til Azorurnar, skulu fiskiumstøðurnar á Azorunum kannast. Tískil hava tveir føroyskir útróðarmenn tikið stig til, at ferðast til Azorurnar fyri at kunna seg um ymisk viðurskifti, ið knýta seg at fiskivinnuni.
Oddmar Juul Samuelsen er føroyski stigtakarin til verkætlanina, og tað er hann, sum hevur havt kontakt við portugisiska felagið. Oddmar Juul Samuelsen fer ikki sjálvur avstað sum útróðrarmaður, men fer at skipa fyri verkætlanini.
- Vit vóna, at henda verkætlanini fer at strekkja seg yvir nógv ár. Portugisiska felagið vil hava bátarnar í drift skjótast gjørligt, tí teir hava so nógvar gamlar bátar, og tískil vilja teir hava eina útskifting við nýmótans bátum úr Føroyum, sigur Oddmar Juul Samuelsen.
Stjórnin á Azorunum vil fegin hava samstarv við føroyska fiskivinnu, kanska serliga tí, at talan er um eitt oyggjaland sum Føroyar. Azorurnar hava eina líknandi statsrættarliga støðu sum Føroyar, tí teir hava nevniliga eisini eina heimastýrislóg.
Meðan Azorurnar og Føroyar líkjast á nøkrum økjum, so eru oyggjalondini ymisk á øðrum. Til dømis hava Azorurnar eitt annað veðurlag enn tað føroyska, tí vanligi hitin liggur um 18-22 gradir. Hetta er av fiskimonnum mett at vera hóskandi hiti.
Botnurin við Azorurnar er eisini ymiskur frá tí, sum vit kenna í Føroyum. Botnurin er nevniliga vulkanskur, og tískil mást tú seta fiskilínuna upp á ein annan hátt, soleiðis at tú ikki missir línuna.
So tað kann vera trupult at byrja fiskivinnu á nýggjum stað, og tískil fáa føroysku fiskimennirnir góðar sømdir. Teir báðir fyrstu útróðrarmennirnir, sum nú fara til Azorurnar, fáa fígging at byrja við frá portugisiska felagnum.
Oddmar Juul Samuelsen, føroyski samskiparin, sigur við Sosialin, at áhugin millum føroyskar fiskimenn hevur verið serstakliga stórur. Og tað er ikki bert millum útróðrarmenn, at útmeldingarnar hava verið góðar, síðani Oddmar Juul Samuelsen kunngjørdi, at hann fór undir fiskivinnu við Azorurnar.
- Tað er áhugi frá línubátum, krabbabátum, og trolarum, so teir stóru eru eisini áhugaðir í hesum her, sigur Oddmar Juul Samuelsen.
Ætlanin er í fyrsta umfari, at tað skal vera línu- og snelluveiða. Men tað er eisini møguligt at royna eftir krabba við rúsum.
Fiskasløgini við Azorurnar eru ikki tey somu, sum vit hava í Føroyum. Talan er um ein nokkso dýran fisk, og eitt av fiskasløgunum, sum føroyingar fara at royna eftir, er svørðfiskur.
Eftirspurningurin er stórur eftir fiskasløgunum við Azorurnar, tí fiskurin verður brúktur lokalt, og tey mangla fisk. Azorurnar er vanliga eitt jarðarbrúksland, og tískil er ikki so nógvur fiskur á marknaðinum.
Og meðan nógvur fiskur ikki er á marknaðinum, so er stórt havøki at fiska á. Tað er eitt 200 fjórðinga sjómark runt um Azorurnar, líka sum í Føroyum, men har er ongin landgrunnur, og tískil er størri vídd at fiska á.
So vónirnar hjá Oddmari Juul Samuelsen er góðar, og hann vónar, at henda verkætlanin fer at bera við sær, at føroysk fiskivinna kann vinna sær gróðrarlíkindi við Azorurnar.
Útróðrarmenn fara úr Føroyum til Azorurnar komandi dagarnar, og fyrsta línan verður helst sett innafyri næstu vikurnar.