Stendur tað til norska oljumálaráðharran, Terje Riis-Johansen, skulu norðmenn leita eftir olju og gassi undir havbotninum kring Jan Mayen. Í fyrsta umfari vil hann hava økið kannað. Ráðharrin sigur, at skal Noreg varðveita tær góðu inntøkurnar frá olju og gassi, noyðist landið at leita eftir møguleikum á nýggjum leiðum.
Hóast umhvørvisfelagsskapir hava mælt frá, hevur stjórnin í Oslo samtykt at loyva olju - og gassleiting við Jan Mayen samsvarandi avtaluni, sum Noreg og Ísland gjørdu um Jan Mayen í 1981.
Í 1993 gjørdi Altjóða Dómstólurin í Haag av, at leiðin millum Jan Mayen og Grønland skal býtast millum Noreg og Danmark eftir miðlinjuni.