Til allar tingmenn

Um ein lesur føroysku sjólógina sæst, at ein og hvør, sum hevur altjóða viðurkenda útbúgving, kann vera skipari á føroyskum skipum

Danir siga at eitt danskt skip er ein partur av Danmark, hvar tað so er í verðini. Tí krevja teir, at skiparin hevur danskan heimarætt. (ES?)

Men síggja vit eitt skip við føroyskum flaggi, so kann skiparin fyri tað vera av blálondum.

Einaferð var rópt um at útlendingar ovfiskaðu –grópaðu- grunnar okkara. Tá vórðu teir riknir av grunnunum.

So bleiv loyvt at ognarrætturin til føroysku skipini var útlendskur.

Nú er hægsti myndugleiki um borð latin til útlendingar .

Spurningur: 1) Nær er hettar hent? 2) Hví? 3) Hvussu ber tað til at føroyingar flestir ikki vita tað?