Til allar løgtingslimir

Uppskot til løgtingslóg um bólking o. a. fyri skiparar og manningar á Vaktar- og Bjargingarskipinum Brimli.


 

Maskinmeistarafelagið

Niels Th. Pedersen, formaður


02.02.2001




Uppskot til løgtingslóg um bólking o. a. fyri skiparar og manningar á Vaktar- og Bjargingarskipinum Brimli.

Maskinmeistarafelagið skal við hesum harðliga mótmæla, at Føroya Løgting tekur nevnda mál til viðgerðar og við hesum leggur seg út í grundleggjandi rættindi hjá okkum sum fakfelag fyri partar av manningini á M/S Brimli.

Vit vóna, at løgtingslimirnir duga at síggja vandan í, at Fíggjarmálastýrið, sum ikki hevur víst evni ella vilja til at fáa í lag semju við fakfeløgini, kann fara í tingið við uppskoti, hvørs einasta endamál er at fáa ásett við lóg tey ynskir um lønar- og setanarviðurskifti, sum sama Fíggjarmálastýrið hevur viðvíkjandi M/S Brimli.

Vit fara ikki at góðtaka, at Løgtingið letur seg brúka av Fíggjarmálastýrinum í einari lønartrætu, sum fyri langari tíð síðani hevði verið loyst, um Fíggjarmálastýrið hevði víst veruligan vilja til at samráðast um hesi viðurskifti.

Vit loyva okkum eisini at vísa á, at tað fyri okkum er púrasta burtur við, at nevnda lógaruppskot í grein 1 skal geva sama landsstýrismanni, sum er beinleiðis partur í málinum, heimildina at seta eina nevnd, sum skal avgera teir spurningar, sum áttu at verið loystir við samráðingum.

Enn meira ótryggar kenna vit okkum, tá ásett verður í 2. petti í uppskotinum til nevndu lógargrein, at Fíggjarmálastýrið skal velja tríggjar limir í frammanfyri nevndu lóg, meðan felag okkara bert skal tilnevna ein lim.

Vit vóna, at løgtingslimirnir duga at síggja, at tá talan er um vaktarskipið Brimil, so er talan um tríggjar ymiskar sáttmálar, og um so er, at sáttmálaásetingarnar fyri limir okkara skulu ásetast av einari nevnd, er tað púrasta burtur við, at Fíggjarmálastýrið skal tilnevna tríggjar nevndarlimir, meðan felag okkara bert skal tilnevna tann eina.

Samanumtikið er hetta lógaruppskot ein beinleiðis provokatión móti føroysku fakfelagsrørsluni, og vit ávara móti vandanum í, at slík nýggj siðvenja nú skal førast inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Vit hava ongantíð áður upplivað, at Løgtingið leggur seg út í sáttmálasamráðingar, tá ikki so frægt sum eitt semingsuppskot liggur á borðinum, sum grundarlag hjá Løgtinginum at taka støðu út frá.

Vit hava áður fráboðað, at um lógin verður samtykt, so fara vit at seta tiltøk í verk, og vit skulu bert endurtaka, at um løgtingið veruliga hevur so lítla virðing fyri føroyska løntakaranum, at hesir løgtingslimir taka undir við at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftir, sum áttu at verið loyst millum partarnar, so fer hetta uttan iva at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri stórar partar av samfelag okkara.

Vit vóna tí inniliga, at løgtingslimirnir vísa virðing fyri føroysku fakfelagsrørsluni, og vanliga løntakaranum og vísa aftur uppskotinum frá Fíggjarmálastýrinum.