Til allar flokkar á tingi

Áheitan um at avtaka oljuavgjaldið og at seta í verk skipan við prísansing

Vinarliga

Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag

Ingeborg Vinther
Vegna feløgini


Undirritaðu feløg vilja við hesum heita á flokkarnar á tingi um at taka stig til, at oljuavgjaldið verður tikið av.

Tær grundgevingar, sum politiski myndugleikin hevði fyri upprunaliga at áleggja nevnda oljugjald er í dag fullkomiliga burtur, eins og vit kunnu staðfesta, at nógvar familjur als ikki hava ráð at gjalda tær oljurokningarnar, sum í dag verða útskrivaðar frá oljufeløgunum.

Tað er fyri okkum púrasta burtur við, at tað almenna skal halda fast við nevnda oljugjald, tá fyritreytirnar fyri gjaldinum í dag eru burtur umframt, at nógvar familjur als ikki hava ráð at gjalda fyri olju til upphitan av húsum sínum.

Vit hugsa her serliga um pensionistarnar umframt tey tímaløntu, sum frammanundan eru sera illa fyri fíggjarliga, nú arbeiðið í samfelag okkara støðugt er minkandi og vit halda tað vera ábyrgdina hjá politisku flokkunum at bera so í bandi, at alment gjald, sum upprunaliga varð álagt borgarunum, nú verður tikið av aftur, tá fyritreytirnar fyri hesum gjaldi ikki longur eru til staðar.

Talan er um ein eyka "skatt", sum er steinur oman á byrðu hjá nógvum familjum, og við øktum útreiðslum og alsamt minkandi arbeiði í høvuðsvinnu okkara, meta vit tað vera skyldan hjá okkara fólkavaldu polittikarum, at taka upp hetta mál.

Vit heita á allar politisku flokkar á tingi umframt hvønn einstakan fólkavaldan politikara um at melda greitt út, hvørja støðu tey hava til frammanfyri nevndu áheitan okkara, soleiðis at borgarin veit, hvørja støðu politikararnir hava til hetta álvarsmál.

Vit vóna at frætta aftur skjótast til ber tí ætlan okkara er at fylgja málinum upp.



Viðvíkjandi prísansing.

Vit loyva okkum samstundis at heita á politisku flokkarnar á tingi um at bera so í bandi, at skipan við prísansing verður sett í verk.

Vit frætta dag og dagliga, at hóast vanligi løntakarin ikki fær nakra lønarhækking, so hækka prísir-nir á handilsvørum alsamt uttan at nakað eftirlit er við hesum prísvøkstri.

Vit meta tað vera ábyrgdina hjá politiska myndugleikanum at bera so í bandi, at prísansing verður sett í verk, soleiðis at møguleiki ikki er fyri ótálmaðari hækking av prísinum á vanligum handilsvørum.

Vit vænta, at politisku flokkarnir á tingi og hvør einstakur fólkavaldur politikari tekur undir við hesari áheitan okkara.