-Eg trúgvi ikki materielli skaðin er so stórur, sum man kundi borið ótta fyri. Tað týdningarmesta er, at eingin av manningini hevur fingið skaða, og hetta fegnist eg um. -Hvussu so er stætt við skipinum, tað fáa vit so at siggja, men eg skilji, at skaðin er kanska ikki so stórur kortini. Hetta segði stjórin á Fiskavirking, Meinhard Jacobsen við Portalin á middegi, tá bæði Falkur og Heykur høvdu lagt at bryggju í Havn eftir samanstoytin eysturi á Sandoyarbanka tíðliga í morgun.
Falkur varð togaður til lands fyrst av Tjaldrinum og við molan í Havn tóku sleipibátarnir hjá Tórshavnar Skipasmiðju um endan og togaðu Falk seinastu hundrað metrarnar til kei. Eisini bjargingarbáturin Lív var við í arbeiðinum. Hann var sera skjótur á staðnum og klárur við pumpuútgerðini. Kortini var ikki brúk fyri henni.
Út á seinnapartin kom Falkur uppá beding, og sjógvurin hevur fossað úr lastini á skipinum síðani. Tað vísir seg at vera eitt rættiliga fitt hol í skipinum. Sum skilst verður roynt at umvæla skaðan skjótast, so skipini sleppa út aftur á fiskileið. Heykur hevur fingið eina buglu.
-Tað var óheppið, at hetta skuldi henda, nú vit virkuliga trongja til eitt viðlot heldur enn mótvind sigur Meinhard Jacobsen, sum tó fremst av øllum er ovurfegin um, at skaðin ikki gjørdist nógv verri. Um illa vildi til og kúlustevnið á Heyki rakti Falk á øðrum stað, so kundi ein verulig vanlukka verið hend og skipið varð endað á havsins botni.
Stjórin á Fiskavirking heldur tað er týdningarmikið ikki at yvirdramatisera støðuna. ?Lat okkum nú vóna tað besta leggur hann aftrat.











