Til Akureyri at standa á skíð

Í fjørð skipaði tur.fo fyri skíðtúri til Akureyri. Tað verður aftur gjørt í ár, men hesaferð kunnu nógv fleiri verða við.

11 mars 2010 fóru 98 føroyingar til Akureyri at standa á skíð. Túrurin til Akureyri er stuttur, bert góðan tíma. Nógv var gjørt burtur úr, lufthavnin var prýdd, Merkið vundið á stong og bæði umboð fyri íslenska sjónvarpið og Frettablaðið, sum er ein av teimum stóru avísunum í Íslandi, sum tóku ímóti.
- Hettar var fyrstu ferð, at nakar var komin frá útlandinum í so stórum bólki, at standa á skíð í Akureyri og tað var gjørt nógv burturúr, sigur Rúni Hoygaard, sum er ein av fyriskiparinum.
Bert tveir tímar eftir at fari var á flog úr Vágunum, høvdu tey flestu fingið útflýggjað skíðir og vóru á veg upp á fjallið.
- Umleið 40% av teimum, sum vóru við í fjørð, høvdu ikki áður staðið á skíð. Skipað var fyri skíðskúla til tey. Næsta dagin møtti næstan eingin til skíðskúlan. Tey flestu høvdu lært so mikið, at tey kláraðu seg, sigur Jákup Bech Jensen, sum eisini var við til at skipa fyri túrinum í fjørð.
Yngsti luttakarin á skíðskúlanum var 6 ár og tey elstu vóru í 60’unum – so øll kunnu læra at standa á skíð, sigur Jákup flennandi og leggur afturat, at tað aftur í ár verður skipa fyri skíðskúla.

Tveir frídagar – fýra skíðdagar
Av tí, at tað vóru fleiri, sum stóðu á bíðilista í fjørð og ikki kundu koma við vegna stóra undirtøku, er avgjørt at fara tveir túrar í ár.
- At so fáir føroyingar fara á skíðferiu er kanska tí, at sjálv ferðingin er sera long, um ein skal til Alpunar. Tað krevur sum oftast eina ella tvær yvirnáttingar í Keypmannahavn og so verður prísurin harvið eisini væl hægri. Fyri at so mong sum møguligt kunnu koma við gera vit sum í fjør, fara hósmorgun og koma heim sunnukvøld. Tey sum arbeiða ella ganga í skúla missa tí bert tveir dagar, men fáa fýra heilar dagar á skíð, sigur Rúni Hoygaard.
- Felagið, sum skipar fyri skíðtúrinum, er áhugafelagið tur.fo. Felagið er eitt non-for profit felag, sum hevur til endamál, at geva ævintýrhugaðum føroyingum ógloymandi upplivingar fyri sera góðar prísir. Slagorið hjá felaginum er ”Virkin frítíð”. Frítíðin kann næstan ikki verða meir virkin, enn tá ið ein stendur á skí. Øll tey sum fara á skíferiu blíva bitin av hesum og tað eri eg eisini, sigur Rúni Hoygaard.
- Áhugin fyri at standa á skíð er vaksandi í Føroyum, sigur Jákup Bech Jensen, sum er limur í nýggja skífelaginum ”Fjalar”, sum var sett á stovn í desember 2010.
Møguleikanir at standa á skíð í Føroyum eru sjálvandi ikki teir somu sum til dømis á Akureyri har skíðstaðið er útgjørt við lyftum, matstaði og annars alt annað sum hoyrir til eitt tílíkt stað. Tó eru tað fleiri føroyingar, sum á hvørjum árið standa á skíð í Føroyum. Nakrir av teimum vóru við okkum í fjør á Akureyri og koma við aftur í ár, sigur Jákup Bech Jensen.
Akureyri er annars eisini vorðið eitt vælumtókt stað hjá føroyingum at spæla golf, men tað fer sjálvandi fram summarhálvárið.