Hann er sonur til Andreu (1903-1997) og Sigmund í Grágeil (1904-1966). Hann er næst elstur av 5 brøðrum, Jákup (1924-1988), Hildibjartur, Christian Richard, vanliga nevndur Smíli (1929-1968), Ásbjørn (1931-1996) og Trúgvi (1937-2001). Hann er einasti eftir av øllum brøðrunum.
Einans 19 ára gamal fór hann til skips. Fyrsti báturin hann var við, æt Silverbell, og aíðani var hann við fleiri skipum, so sum Lissy, Súlan, Galathea, Vón, Magnus Heinason, Varberg og Lunarbov.
Í árunum 1944-45 arbeiddi hann hjá Niels á Botni, har hann millum annað stappaði fuglar út.
Í 1966 kom Savarenni, sum teir fýra elstu brøðurnir keyptu, til Nólsoyar. Um hetta mundið var abbi burturi við Magnusi Heinasyni, men kom við seinni, tá hann kom heim aftur. Teir fýra brøðurnir, ruku bátin og sigldu við honum. Tað vóru Christian Richard, Jákup, Ásbjørn og abbi.
Hendan bátin høvdu teir til 1984, tá hann í januar ódnini sleit við bryggjuna í Nólsoy og rak á land, har hann gjørdist vrak. Seinni bleiv hann sokkin millum Stong og Eystnes.
Abbi hevur eisini spælt nógvan tónleik sum ungur. Hann spældi saman við nøkrum "lokalum" monnum, millum øðrum Martin Tórgarð. Teir jammaðu eisini saman við Herbert Larson, ein kendur svenskur missionerur og musikari í 50unum. Teir spældu til dans fleiri kvøld, og vóru við í eini sending í ÚF, sum kallaðist "leygarkvøld á bygd". Abbi spældi guitar og banjo, og tað var hann sera dugnaligur til.
Í 1950 fann hann sær eina unnustu, tað var Johanna Joensen (fødd Thomsen 14.10.1933) úr Skúvoy. Tey giftust 27. februar 1954.
Ta fyrstu tíðina tey vóru saman, búðu tey inni hjá Andreu og Sigmundi, men í 1959 fluttu tey inn í síni egnu hús, sum tá høvdu tey staðið í gerð í 5 ár. Abbi gjørdi alt arbeiðið sjálvur, tó við hjálp frá brøðrum sínum.
Saman fingu tey 7 døtrar, og tær eru Vónbjørt á Hólum (10.11.1954), Olga Andrea Thomsen (27.5.1956), Hildigunn Hildibjartsdóttir (20.11.1957), Anny Niclasen (21.7.1959), Randi jacobsen (7.1.1961) Liljan Hildibjartsdóttir (11.8.1962) og Ingrid Victoria Nielsen (7.1.1964). Ein kann ikki siga annað, enn at tey hava havt úr at gera, við 7 gentum innan 9 ár!
Meðan genturnar vóru smáar, sigldi abbi nógv, og omma arbeiddi. Meðan genturnar vóru smáar arbeiddi hon í fiskakjallaranum hjá Anfinni, og seinni, tá genturnar vóru blivnar størri, byrjaði omma at ferðast til havnar at arbeiða á Bacalao, har arbeiddi hon í 11 ár.
Síðan fór hon at sigla hjá Strandferðsluni, har hon millum annað sigldi við Dúgvuni, Teistanum og Smyrli. Har var hon í 18 ár.
Omma hevur altíð fingið nógv rós fyri allan tann góða matin hon hevur gjørt gjøgnum árini.
Tey fingu fleiri sjómenn til versynir, og omma hevur altíð verið røsk at binda teimum hosur, fyri ikki at tosa um allar troyggjurnar hon hevur bundið.
Døturnar fingu eisini nógv børn, vit eru heili 23 abbabørn!! Vit eru í aldrinum 8-35 ár.
Abbi hevur altíð verið ein "alt mulig mand", og hann hevur millum annað sett mestsum allar oljufýringarnar upp í teimum eldru húsunum í oynni, eins og hann hevur havt ein fingur við í spælinum, tá tey allar flestu húsini í Nólsoy eru blivin renoverað. Um tað hevur verið okkurt, sum døturnar skuldu hava orðnað, so hevur hann umgangandi verið klárur, og hóast hann nú er blivin 80 ár, so gongur hann enn og blandar seg!
Tað kunnu vit bert verða glað fyri, tí nú eru vit abbabørnini komin í tann aldur, har vit fara at byggja og annað, og altíð er abbi klárur.
Tað vit minnast abba best fyri er, tá vit hava verið og vitja, so hevur hann sitið og greitt frá ymiskum sum hann hevur upplivað gjøgnum lívið. Vit hava sitið sum gandað, tá hann hevur greitt frá. Tá hann hevði fortalt eina søgu, fóru vit uttar í køkin har fingu vit nýbakað breyð frá ommu. Einki er so gott sum at vitja ommu og abba...
Vit abbabørn royna at liva upp til abba, og hava vit higartil givið honum 12 langabbabørn, og vóna vit at tað koma fleiri.
Vit vilja við hesum orðum ynskja abba hjartaliga tillukku við 80 ára degnum, og vóna at hann fær ein góðan og ógloymandi dag...
Vegna abbabørnini
Familjan á Botni









