Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at heilir átta vatnskutarar vóru farnir stimitúr undir Nólsoynna.
Og tað er ikki loyvt longur, tí í fjør kom ein nýggj kunngerð í gildi sum ger tað ólógligt at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi í Nólsoy, Skúgvoy og í Mykinesi. Hetta er fyri at verja fuglalívið í bjørgunum.
Tað er tí, at hesar tríggjar oyggjarnar eru útnevndar at vera ramsaroyggjar, har serligt atlit skal takast til fuglalívið.
Les meiri um tað her: Nú verður tað ólógligt at larma undir Fuglabjørgum.
Løgreglan fylgdi við hvønn veg vatnskutararnar stimaðu og tað vísti seg, at seks av teimum fóru inn á Runavík. Men tað bar ikki betur á, enn at har lá vaktarskipið Tjaldrið og tey settu bát út og tóku vatnskutararnar.
Løgreglan sigur, at førararnir verða skuldsettir fyri at hava brotið kunngerðina um sigling undir eini ramsaroyggj, og tað verður revsað við bót.
Nú fer so løgreglan eisini at gera eina roynd at finna teir báðar vatnskutararnar, tey ikki fingu fatur á í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at teir stimaðu suðuryvir.
Hetta er fyrsta málið av hesum slagnum yvirhøvur, og tí er óvist, hvussu stór bótin verður. Tað fer ákæruvaldið at viðgera gjølligari næstu dagarnar. Men ein møguleiki er, at málið endar í rættinum fyri at fáa endaliga staðfest, hvat bótin fyri slíkt lógarbrot skal vera, sigur løgreglan.
Annars hevur tað verið stak friðarligt í alla nátt, sigur løgreglan.