Tikin við ov høgari promillu

Løgreglan valdi at steðga einum bilførara í Eysturoynni, sum lá heldur óstøðugur á vegnum.

Løgreglan valdi í gjárkvøldið at steðga einum bilførara á vestara armi av Skálafjørðinum, sum lá heldur óstøðugur á vegnum.

 

Tá bilførarin so blásti í ballónina, vísti tað seg, at promillan var alt ov høg. Hann varð tikin við á løgreglustøðina at taka eina blóðroynd fyri at staðfesta, júst hvussu høg hon var. Maðurin verður tí væntandi frádømdur koyrikortið í eina tíð.