Tikin við hasji – annars friðarligt

Ein 45 ára gamal maður var leygarnáttina tikin á Summ­ar­fest­ival­i­num ­við nógvum hassji og øðrum ólógligum rú­s­evnum uppi á sær.

Narkodeildin hjá poli­ti­num hevur havt neyvt eft­ir­lit við rúsevnum á stevnum og festivalum í summar, og hetta førdi til handtøkuna, sum varð framd uttan fyri sjálvt festivaløkið.

Tann 45 ára gamli var fyri í grundlógaravhoyri fyri afturlatnum hurðum leyg­ar­dagin, og har varð hann varð­halds­fongsl­að­ur í fýra vik­ur, meðan málið verð­ur kannað.

Annars hevur verið stak frið­ar­ligt um vikuskiftið – eisini, hóast túsundtals fólk hava verið savnað á Summa­r­festivalinum í Klaks­vík.

– Nógvar uppringingar hava verið, sigur vakt­hav­andi á Politistøðini í Havn. – Men tað hevur sum sagt ver­ið ógvuliga friðarligt.