Tað er nógv, sum fólk kunnu finna uppá at taka við sær, eftir at tey hava verið á vertshúsi og fingið sær uppí nevið. Tað plagar at vera gløs og tílíkt, men leygarnáttin hevði ein maður funnið uppá ráð.
Hann hevði tikið ein barrstól uppá ryggin og hevði lagt leiðina heim. Tíverri fyri mannin rendi hann seg beint í løgregluna klokkan hálvgum fimm á morgni, tá løgreglubilurin koyrdi ígjøgnum býin.
Løgreglumenn fingu beinanvegin illgruna um, at stólurin varð stolin og steðgaðu tí manninum. Hann vildi einki siga og varð tí tikin inn á støðina, har hann svav rúsin av sær.
Stólurin stendur nú aftur á Marco Polo, og maðurin fær eina sak at dragast við.
Harðligt brúdleyp
Í Havnar Klubba varð brúdleyp 29. januar. Tað endaði heldur harðliga, tí ein maður varð fluttur á sjúkrahúsið og ein annar á løgreglustøðina.
Ein ungur maður varð vorðin ómøguligur í fyllskapi. Hann hevði brotið okkurt og síðani sparkað ein annan mann, sum fekk snudd í høvdið. Neyðugt varð at seyma hann aftur.
Harðligi unglingin verður ákærdur fyri harðskap.
Annars verður sagt av løgreglustøðini, at ellivu hava verið á støðini og sovið rúsin av um høgtíðina, meðan tveir eru tiknir fyri at koyra við kenning.
Umframt hetta er ymiskt herverk framt ymsastaðni í býnum, sum vanligt er hvørt vikuskifti.
Kannað fýrverkarísølur
Á hvørjum ári kannar løgreglan fleiri av teimum handlum, sum selja fýrverkarí.
Hetta er fyri at tryggja, at einki ólógligt fer fram. Tað er ofta betri at gera fyribyrgjandi arbeiði.
Her verður kannað, um kundarnir eru nóg gamlir, um vøran verður goymd á rættan hátt, og um nakað ólógligt fýrverk verður selt.
Onkur handil fekk ávaring um at fáa ymisk viðurskifti í rættlag.