Tikin fyri tvey skunklaboratoriir

47 ára gamli ákærdi maðurin segði seg hava lært at dyrka hassj á YouTube og umvegis eina bók um evnið, hann hevði útvegað sær

Hein ákærdi hevði annars ætlað at gjørt seg væl út, tí umframt tær 72 skunkplanturnar, sum politiið legði hald á, vórðu eisini funnin 351 fræ, sum sambært ákæruvaldinum kundu blíva til heili 6.133 gramm av hassji.
Umframt hetta var eisini funnið 29 gramm av hassj, umframt nakrar tablettir av retalin.
Ákæruvaldið hevði roknað seg fram til, at tær 72 planturnar kundu blíva til 866 gramm av hassji.
Ákærdi játtaði seg sekan í at hava tær 72 planturnar av skunk, og hann játtaði eisini, at hava 29 gramm av hassj, men noktaði fyri, at hava nakað at gera við retalintablettirnar.
Hann noktaði somuleiðis at hava í kvittanum at dyrka tey 351 fræini, sum politiið fann. Hvat ið kundi hent seinni er ikki heilt til at siga, men hann hevði brúkt tey fræ, hann ætlaði fyribils.
Hann hevði annars verið rímiliga umhugsin, tí hann hevði gjørt eitt vakstrarhús í kjallaranum í húsunum, og eitt í hjallinum.
Húsini átti hann sjálvur, men hevði latið fyrrverandi unnustuna búð í húsunum móti at hon rindaði fyri hita og el. Hann átti ein son saman við hesi fyrrverandi unnustuni.
Hann hevði so innrættað hesi vakstrarrúm og tað var rætt, at hann hevði tilsamans 72 hassjplantur. Her hevði ákæruvaldið roknað út, at hesar 72 planturnar góvu 866 gramm av hassji við at meta, at hvør planta gav umleið 12 gramm.
Politiið fann eisini fimm timarar, umframt ljósrør og aðra útgerð.
Ákærdi maðurin segði, at hann kláraði seg fíggjarliga, men vildi fegin dyrka sítt egna hassj, tí tað var so dýrt at keypa.
Spurdur, um hann ikki kundi havt eina rímiliga eyka inntøku við at selt sjálvur svaraði hann, at tað ongantíð hevði verið í hansara huga.
Hann greiddi frá, at vakstrarhúsið í hjallinum ongantíð bleiv til nakað, tí har var sætt og slætt ov kalt. Og hartil hevði hann havt ljósið ov langt frá plantunum, men við at isolera, byrjaði tað at blíva betri.
Hann segði at enda, at tað hevði ikki kostað tað stóra at byggja hesi vakstrarhúm, og hartil var alt ætlað til egna nýtslu.