Ein 50 ára gamal maður hevur verið í grundlógarhoyri í dag, skuldsettur fyri siðamisbrot.
Hann varð handtikin seinnapartin í gjár á bústaði sínum í Eysturoynni.
Maðurin er skuldsettur fyri seinastu mánaðirnar at hava gjørt seg inn á dóttrina hjá kvinnuni, hann býr saman við. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á gentuna við at brúka makt.
Maðurin segði, at hann ikki hevði brúkt makt. Gentan setti seg ikki upp ímóti tí, segði hann.
Tá ið skuldsetingin var lisin upp, vórðu hurðarnar latnar aftur, og tí fekst ikki meira at vita um málið. Tað varð gjørt fyri at verja gentuna og við atliti til kanningararbeiðið.
Dómsviðgerðin verður longu næsta mikudag.
Modellmynd