Tá ein løgreglubilur fríggjakvøldið koyrdi norð eftir landavegnum við Hósvík, møtti tey einum bili, ið okkurt tóktist at vera áfatt við.
Løgreglan valdi sostatt at venda og fylgja bilinum, ið koyrdi suðureftir til Kollafjarðar. Tað skuldi skjótt vísa seg at vera ein klók avgerð.
Av løgreglustøðini verður nevniliga upplýst, at hóast løgreglan gav tekin til bilin frammanfyri um at steðga, so varnaðist viðkomandi ikki, at løgreglan var í hølunum, men koyrdi víðari.
Fyrst tá bilførarin hevði koyrt við løgregluni í hølinum í ein hálvan kilometur, varnaðist hann løgregluni og steðgaði bilinum. Tá var tað ov seint, tí í hesum stutta tíðarbili var tað nevniliga um reppið, at bilførarin koyrdi út av vegnum tvær ferðir.
Løgreglan hevði sostatt ein rímiligan illgruna um, at viðkomandi ikki var heilt koyriførur. Kanningin hjá løgregluni og blóðroyndin á Landssjúkrahúsinum staðfesti eisini, at bilførarin var langt yvir loyvda markið, og sostatt verður viðkomandi skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.