Tikin fyri álvarsliga hóttan ímóti manni

Mitt í nátt tók løgreglan ein mann fyri at hava hótt ein annan mann eftir lívinum. Hann er skuldsettur fyri hava sett hóttanir fram, sum kunnu elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð, sum tað eitur.

Løgreglan sigur, at maðurin er settur í varðhaldi ímeðan málið verður útgreinað. Hann er ikki avhoyrdur enn, og tað er maðurin, sum skal vera hóttur, heldur ikki. Onnur, sum kanska hava tilknýti til málið, eru heldur ikki avhoyrd enn.

 

Og løgreglan sigur, at fyrr enn tær avhoyringarnar eru gjørdar, verður støða ikki tikin til, hvussu farast skal fram í málinum