Tikin fyri harðskap - tók um hvørkrarnar á kvinnu

Løgreglan hevur nú skuldsett ein ungan mann fyri harðskap leygarnáttina.

 

Tað var í eini privatari veitslu at ein ungur maður onkusvegna kom til ilnar við eina unga kvinnu, og tað endaði við at hann tók um hvørkrarnar á henni, so at hon ikki fekk anda.

 

Tilburðurin varð meldaður til løgregluna, sum síðani hevur skuldsett mannin fyri harðskap.

 

Løgreglan fer nú at fáa greiði á, akkurát, hvat tað var, sum fór fram, áðrenn støða verður tikin til, hvat síðani skal henda í málinum.

 

Eisini í nátt fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál, har ein maður skal hava fingið nevan framman á, men tilburðurin er ikki meldaður enn. Maðurin, sum varð sligin, fór á skaðastovuna, men hevur sagt, at hann skal venda sær til løgregluna seinni í dag at melda tilburðin.