Í Haiti hava myndugleikarnir tikið 10 amerikanskar ríkisborgarar, sum royndu at taka meiri enn 30 børn við sær úr landinum. Haitiski almannamálaráðharrin, Yves Cristalin, sigur, at annaðhvørt er talan um mannasmugling ella ólógliga ættleiðing. Hon vísir á, at eingin hevur loyvi vat fara úr Haiti við børnum uttan loyvi frá myndugleikarnir, og teir tiknu amerikanararnir høvdu einki tílíkt loyvi, sigur ráðharrin.
Amerikanararnir siga hinvegin, at tey høvdu fingið loyvi frá myndugleikunum í grannalandinum Dominikanska Lýðveldinum at flyta børnini á eitt barnaheim har.
Teir 10 amerikanararnir vórðu tiknir á markinum millum tey bæði londini við 33 børnum.









