Tikin fyri at neyðtaka kvinnu í Havn

Ein maður er nú varðhaldsfongslaður við tað, at hann er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í Havn tíðliga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at tað var klokkan gott hálvgum sjey í morgun, at ein 52 ára gomul kvinna ringdi at melda, at var vorðin neyðtikin á einum búðstaði í Havn í nátt. Kvinnan er avhoyrd og hevur verið til læknakanning í morgun, eins og vitnir eru avhoyrd. 

 

Løgreglan sigur, at klokkan gott tíggju í morgun handtóku tey ein 60 ára gamlan mann, og skuldsettu hann fyri neyðtøkuna. 

 

Hann varð í grundlógaravhoyring klokkan tvey í dag, har hann var varðhaldsfongslaður í fýra vikur, soleiðis at hann ikki kann ávirka vitnir og harvið forða kanningararbeiðinum. Fleiri avhoyringar og tekniskar kanningar skulu gerast í málinum, sigur løgreglan.