Í nátt hevur løgreglan aftur verið á ferð at kann ferðsluna. Hesa ferð vóru tey í Norðoyatunlinum, har tey steðgaðu bilum at vita um alt var eftir forskriftunum. Og tað var tað, tí ongir bilførarar vórðu skrivaðir upp.
Men løgreglan hevði eisini ferðmátaran við sær og í tí sambandi sluppu tey ikki so lætt. Tveir bilførarir vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og ein var tikin fyri at koyra alt ov skjótt.
Ein bilførari koyrdi 103 kilometrar um tíman og ein koyrdi 107 kilometrar um tíman. Tað er loyvt at koya 80, so teir báðir fingu bót, umframt at teir fingu klipp í koyrikortið.
Men so tóku teir eisini ein bilførara afturat, og hann koyrdi púra ørt, tí hann koyrdi heilar 143 kilometrar um tíman. Løgreglan sigur, at umframt at tann bilførarin fekk bót, misti hann eisini koyrikortið á staðnum. Í slíkum føri verður koyrikortið tikið í eitt hálvt ár, so tað verður fyrr enn í heyst, at hesin bilførarin kann taka tað aftur.










