Tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Fær eisini eina eyka skuldseting fyri at hava ólóglig rúsevni uppi á sær

Ein bilførari var í nátt steðgaður "í miðøkinum uttan fyri Havnina", sum vaktleiðarin málber seg, og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tað var klokkan gott hálvgum tvey í nátt. Bilførarin hevði eisini ein mola av hassji í bilinum, og tað fær hann eisini eina eyka skuldseting fyri.

Norðfestivalurin var á Viðareiði í nátt, og tað hevur eisini givið løgregluni nakað av arbeiði, tí har vóru nøkur full fólk, sum ikki funnu heim, og sum ikki kláraðu seg.

– Men har fingu vit stóra hjálp frá Samarittunum, sum hava sera stórt rós uppiborið fyri teirra arbeiði, sum sparir løgregluni nógva koyring, sigur Poula Eikhólm, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

– Tey vóru har frá klokkan 19 og líka til tiltakið endaði, og tey høvdu heilt nógvar fráboðanir um ymiskt, sum skuldi viðgerast, leggur vaktleiðarin afturat.

Víðari greiðir vaktleiðarin frá, at tey høvdu óvanliga nógvar sjúkrabilar, sum vóru sendir út í gjár. Annars hevur tað verið eitt hampiligt leygarkvøld. Nakrir bilar vórðu kannaðir norðanfyri, men tað førdi ikki til nakað mál.

Í Havn var okkurt keglarí í býnum, har løgreglan legði uppí, men tað snúði seg bara um okkurt smáting.