Tikin fyri at fjala hassj innan í sær

Ein maður situr nú á løgreglustøðini á Havn fyri at hava roynt at smugla

 

Seinnapartin í gjár ringdi tollvaldið á flogvøllinum til løgregluna at boða frá, at tey høvdu tikið ein mann fyri at smugla rúsevni. Tollvaldið hevði tikið hann til síðis til kanningar, og tá játtaði hann, at hann hevði hassj uppi á sær, innvortis, sum hann hevði svølgt, ella stungið upp í afturpartin.

Løgreglan tók mannin á støðina og har verður hann sitandi, til alt hassjið er komið út aftur. Tað er tað ikki enn, so løgreglan veit ikki, hvussu nógv, talan er um. Av tí sama veit løgreglan heldur ikki, um talan er um hassj burturav, ella um talan eisini er um onnur rúsevni.

Men nøgdin verður so avgerðandi fyri, hvat hendir víðari í málinum.