Kirkjukjallarin í Christianskirkjuni hevur verið fyri munandi umvæling. Veggir og loft málað, snotiligar lampur uppundir loftið og nýggj borð og stólar. Eisini er lagt nýtt á gólvið.
Fyrsta fríggjadag í mánaðinum plagar at vera hugnaløta í kirkjukjallaranum. Tá plagar onkur at greiða frá ymiskum hendingum ella taka upp ávíst evni at røða um.
Fyrradagin - fyrstu ferð »nýggi« kirkjukjallarin er nýttur til endamálið - greiddi Ísak Mikladal frá ferð til Buenos Aires fyri nøkrum árum síðani. Hanus á Gørðum, prestur hevði eina andakt og sungið var.
Aftaná varð boðið til ein góðan kaffimunn við góðum køkum aftur við, og ikki at forgloyma góðum práti eisini.
Jógvan Gerðalíð var eisini fegin um løtuna, og at hann hevði hitt eina skildkonu úr Fuglafirði, Eyðgerð Petersen. Tey høvdu nógv at práta um, syskinabarn, Jógvans - Billa Høgnesen og Eyðgerð Petersen.
Hópin av fóki, eini 70 í tali, vóru komin saman til hugnaligu løtunu í sera snøggu og prýðiligu hølunum, sum eftir ætlan skulu verða nýtt til nógv ymiskt.
Skrivað hevur: Dávur Winther