Fyri einari viku síðani vann B71 1-0 í Klaksvík. Ta ferðina varð sigursmálið skorað tíggju minuttir undan leikloki.
Í dag hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur, sum er nýtt lið í deildini, og sum í fyrsta umfari tapti 4-0 á heimavølli ímóti Skála.
Tí var B71 roknað at vera stórfavorittur í dag, og sandoyingar vunnu trivaligan 3-0 sigur. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Eduardo Coimbra setti í sætta minutti hol á eftir upplegg frá málverjanum Klæminti Olsen, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Tijani Yakubu, sum økti um leiðsluna til 2-0. Tá átti Harald Egholm uppleggið.
Tíggju minuttir eftir steðgin varð Tijani Yakubu tvífaldur málskjútti, og so vann B71 3-0. Tijani hevur sambært FaroeSoccer nú spælt 184 dystir í næstbestu deildini, og hann hevur skorað 84 mál.
Á liðnum hjá B71 vóru fýra útlendskir spælarar millum teir fyrstu ellivu, meðan liðið hjá 07 Vestur bara var mannað við føroyskum spælarum. Teir flestu ungir lokalir spælarar.
Um tvær vikur fáa uppflytararnir í 07 Vestur vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti hinum uppflytaranum, sum er EB/Streymur.