Útihýstur úr Kina

Kanadiski sangarin er ikki longur vælkomin í Kina

Kanadiski sangarin Justin Bieber er ikki longur vælkomin í Kina. Tað hevur kinesiska mentamálaráðið avgjørt, sambært enska blaðnum the Guardian.


Orsøkin til, at Justin Bieber ikki sleppur inn í landi, skal vera hansara atburður. Kinverskir myndugleikar meta nevniliga ikki, at sangarin hevur eina góða ávirkan á borgararnar.


Í eini fráboðan á heimasíðuni hjá kinverska mentamálaráðnum fyrr í vikuni bleiv gjørt greitt, at sangarin ikki er vælkomin til landið. Boðini vórðu løgd út á heimasíðuni sum eitt svar til fyrispurningar frá fjepparum um hví sangarin ikki slapp til landið.


- Justin Bieber er gávaður sangari, men hann er eisini ein umstríddur ungur útlendskur sangari. Fyri okkara viðkomandi, so hevur hann fleiri ferðir víst vánaligan atburð, bæði í hansara sosiala lívi, men eisini undir framførslum í Kina, ið hava elvt til misnøgd í almenninginum, skrivar ráðið sum grundgeving fyri at nokta sangaranum atgongd.


The Guardian skrivar, at ráðið ikki hevur útgreina júst hvat sangarin skal hava gjørt, ið hevur elvt til forboðið, men tað verður upplýst, at um sangarin broytir atburð, so kann avgerðin broytast.


- Vit vóna, at Justin Bieber við aldrinum megnar at broyta sín atburð og aftur vinna almennan tokka, skrivar ráðið.


Seinast Justin Bieber vitjaði landið var í 2013, tá hann var í Asia í samband við eina konsertferð í heimspartinum, og tað er í samband við eina nýggja konsertferð í heimspartinum, at forboðið er vorðið alment.


The Guardian skrivar, at Justin Bieber er langt frá einasti sangarin, ið hevur fingið noktað atgongd til landið, men nevna at bæði Maroon 5 og Oasis eru á svartalistanum vegna politiskar orsøkir.