Kommunalar útbyggingar
Havnar kommuna er komin so illa fyri, at borgarstjórin útihýsir ikki møguleikan fyri at Býráðið fer at seta seg upp ímóti Landsstýrinum.
Jan Christiansen sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur átrokandi tørv á at byggja so nógv út, at hon hevur ongan møguleika at halda seg innanfyri útbyggingarhámarkið upp á góðar 70 milliónir, sum Landsstýrið sigur, at kommunan fær næsta ár.
?Tí kann tað ikki útihýsast, at vit vera noydd til at spreingja útbyggingarkvotuna, sum landsstýrið hevur álagt okkum.
Hann vísir á, at nýggj Norrøna kemur í 2003 og nýggj suðuroyarferja í 2004.
Í sambandi við nýggju Norrøna verður tað neyðgut at byggja havnarlagið út fyri góðar 30 milliónir og tað sama til nýggja Suðuroyarskipið.
?Útbyggingin til nýggju Norrønu, er Tórshavnar Havn sinnað at gera fyri viðskiftafólk síni. Men hetta er ein útbygging, sum kemur øllum landinum til góðar. og tí kann tað á ongan hátt dragast frá útbyggingarkvotu okkara .
? Nýggja Suðuroyar skipið er eitt tiltak, sum landið hevur ført inn á okkum, uttan at vit hava havt nakra ávirkan á tað. Samstundis vita vit, at landið ætlar at byggja nýggja samferðsluhavn, bæði í Vági og á Tvøryri.
? Tí gongur Tórshavnar Kommuna heilt einfalt ikki við til, at hon einsamøll skal betala útbyggingarnar ,sum eru neyðugar í Havn, fyri at skipið kann leggja at í høvuðsstaðnum.
Hann sigur tí, at betalir landið ikki ein part av útbyggingini til nýggja suðuroyarskipið, verður ongin útbygging gjørd.
Spreingja markið
Jan Christiansen sigur, at ongin ivi skal vera um, at Tórshavnar Kommuna er sinnað at ganga Landsstýrinum á møti í royndunum at hava tamarhald á búskaparpoltiikkinum.
Tí er Tórshavnar Kommuna eisini sinnað til at avmarka sínar útbyggingar fyri at tálma búskapinum so at hann ikki gerst ov heitur.
?Undir vanligum umstøðum hevði ein útbyggingarkvouta upp á 70-75 milliónir verið ivaleyst hjá Tórshavnar Kommunu.
? Hinvegin er støðan tann, at Kommunan hevur ligið at kalla heilt still øll kreppuárini, tí tá vóru ikki umstøður til at gera nakað sum helst.
? Tí eru nógvar útbyggingar, sum liggja láni. Samstundis veksur Havnin nógv hesi árini.
Borgarstjórin sigur, at alt hetta ger, at tørvurin á útbyggingum er sera stórur og Kommunan klárar seg ikki tey næstu árini við tær 70- 75 milliónirnar, sum kommunan kann byggja út fyri.
? Tað verður tí neyðugt hjá landsstýrinum og okkum at semjast um eina væl hægri útbyggingarkvotu í eitt, tvey ár. Tá eru vit komin uppundan og so kunnu halda okkum innanfyri tær 70-75 milliónirnar
?Vil landið ti ikki betala ein part av samferðsluhavnini til nýggju suðuroyarferjuna, og ber tað ikki til at fáa íløgukvotuna hækkaða, fáa vit ein stóran trupulleika: Tá skulu vit velja, antin vit skulu byggja nýggjar barnaansingarstovnar , ella skúlar, sum lógin áliggur okkum, ella um vit skulu byggja havnarlagið út.
? Fáa vit ein trupulleika av hesum, fær landið ein nógv størri trupulleika, sum vit velja dagstovnarnar og skúlarnar framum havnarlagið.
Men ein triði møguleiki er, at Tórshavnar Býráð ger av at ignorera útbyggingar hámarkið hjá landsstýrinum.
?Landsstýrið hevur onga heimild at áleggja okkum eina útbyggingarkvotu. ùtbyggingarkvotan er tí ein avtala ímillum kommunurnar og landið
? Men tað skerst ikki burtur, at vit føla okkum provokerað, tí Landsstýrið vil ikki skilja okkara støðu. Og tað kann ikki útihýsast, at vit føla okkum so nógv provokerað, at vit gera av at ignorera Landsstýrið og at bytggja tað út, sum er neyðugt fyri at høvuðsstaðurin skal kunna liva og virka, sigur Jan Christiansen.