Tað er natúrligt, at virksemið hjá Løgtinginum verður savnað í miðbýnum.
Tað heldur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, og løgtingslimur.
Tað var við blandaðum kenslum, at fólk frættu tíðindini um, at Løgtingið ætlar at keypa gróthúsið hjá Eik í Gongugøtuni til skrivstovur.
Samstundis er ætlanin at selja Gamla Apotek, longur niðri á Áarvegnum.
Summi halda, at tað er eitt framstig, at Løgtingið fær betri umstøður, og at gróthúsið hjá Eik er ein bæriligur karmur um arbeiðið hjá Løgtinginum.
Onnur halda, at tað er burturvið, at eitt hús, mitt í Gongugøtuni, verður tikið til skrivstovur.
Ein av teimum er Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sum harmast um hetta, og heldur, at tað er ein stórur missur fyri miðbýin, at húsið við einari tí bestu staðsetingini av øllum, skal brúkast til skrivstovur.
Helena Dam á Neystabø sigur, at arbeiðsumstøðurnar hjá Løgtinginum eru ótolandi, og hon heldur, at tað er skilagott at Løgtingið er savnað í miðbýnum í Havnini, heldur enn at virksemið er spjatt ímillum fleiri bygningar.
Hon heldur ikki, at miðbýurin missur nakað av tí, eisini tí at Løgtingið er ikki ein afturlatin stovnur, men ein opin stovnur, har almenningurin er vælkomin inn.
Løgtingið eigur Gamla Apotek, men umstøðurnar har eru ikki serliga virðiligar fyri Løgtingið. Hinvegin er gróthúsið hjá Eik ein tignarligur bygningur, og Løgtingslimir mugu so hava virðiligar arbeiðsumstøður.
Verður Gamla Apotek selt ístaðin, so at útvent virksemið av onkrum slagi fæst í tað húsið, er tað eittframstig fyri Miðbýin.
Men Helena Dam á Neystabø heldur samstundis, at tað er neyðugt, at Býráðið setur miðbýarætlanina í verk.











