Tíggju fólk vilja verða høgra hond hjá løgmanni

Starvið skal setast í summar

Løgmansskrivsstovan hevur fingið tíggju umsóknir til starvið sum løgmansstjóri. Marjun Hanusardóttir hevur boðað frá, at hon leggur frá sær 1. august eftir samfull 25 ár í starvinum, og tískil hevur verið søkt eftir nýggjum stjóra. Freistin at søkja starvið var úti á midnátt og nú er greitt, tíggju umsóknir komu inn. Talan er um sjey menn og tríggjar kvinnur, sum hava søkt starvið.

 

Løgmansskrivstovan sigur, at nú fer ein setanarbólkur at viðgera umsóknirnar og starvið skal so setast í summar. Løgmansstjórin stjórnar løgmansskrivstovuni og er fremsti ráðgevari hjá løgmanni. marjun Hanusardóttir var løgmansstjóri undir seks løgmonnum.