Tiger Woods handtikin

Heimskendi golfspælarin, Tiger Woods, er enn einaferð komin í trupulleikar í heimlandinum USA, har hann í dag er handtikin fyri rúsdrekkakoyring.


Tað veit The Associated Press at siga. Hann varð handtikin í statinum Florida, og søgurnar siga, at tað mest sannlíkt er talan um rúsdrekka, men at talan eisini kann vera um rúsevni.


41 ára gamli Tiger Woods hevur mangan verið í trupulleikum, eitt nú við skøkjum, og í 2010 varð hann skildur frá svensku konu síni, Elin Nordegren.


Fyrr í ár gav Tiger Woods út bókina ’The 1997 Masters: My Story’, har hann greiðir frá sínum heldur turbulenta lívi.