Hann varð sagdur at vera ein sannur snillingur við klaverið, men sannleikin er, at hann dugir als ikki at spæla.
Hann varð funnin á strondini í Sheerness í Onglandi tann 8. apríl illa á holdum komin. Hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, men tá hann kom fyri seg, vísti tað seg, at hann fekst ikki at siga nakað. Ella kanska kundi hann ikki tosa. Harafturímóti dugdi hann at tekna. Hann gav ensku sálarlæknunum eina tekning av einum klaveri, og sagt varð, at hann spældi klaver sum ein sannur meistari. Men hann segði framvegis einki, og hóast myndir av honum vórðu sendar um allan heimin, gjørdi eingin vart við seg.
Hesar fýra mánaðarnar hevur maðurin verið á sjúkrahúsinum The Little Brook í býnum Dartford. Seinasta fríggjamorgun spurdi ein av sjúkrahjálparunum, um hann heldur ikki ætlaði at siga nakað tann dagin.
-Jú, tað haldi eg, svaraði maðurin.
Tað vísti seg, at er ættaður úr Týsklandi. Hann hevði arbeitt í París, men var vorðin uppsagdur, og tað gjørdi hann so tungan í sinni, at hann ætlaði at taka lívið av sær. Av enska sjúkrahúsinum verður sagt, at maðurin hevuyr arbeitt við sálarsjúklingum, og at hann skal hava brúkt teirra samleika teir seinastu fýra mánaðarnar.
Leygardagin bleiv tann tigandi klaverspælarin sendur við flogfari til Týsklands.