Tann heimskendi hollendski DJ Tiesto sendir skjótt sína fjórðu fløgu ?Kaleidoscope? á gøtuni. Starvsfelagar frá Sigur Rós og Bloc Party framføra á fløguni. Við yvir 25.000 fólkum sum áskoðarum, kallaði ummælarar hansara framførslu í Parkini í Keypmannahavn í 2007, fyri størstu DJ-veistluna í Danmark nakrantíð.
Nú er heimskendi DJ?arin aftur við sínari fjórðu fløgu ?Kaleidoscope?, sum millum annað eisini bjóðar uppá framførslum frá Kele Okereke frá Bloc Party, forsangaranum Jónsi frá Sigur Rós og songkvinnuni Nelly Furtado.
Tann nýggja fløgan hevur 17 løg, og 11 av teimum bjóða uppá gestaframførslur.
Tiesto er kosin sum heimsins besti DJ tvey ár á rað, og hevur hann eisini framført í OL í Athen í 2004, fyri yvir 4 milliardum hyggjarum.
Tiesto hevur í summar verið høvuðsnavn á nógvum ymiskum festivalum, umframt, at hann hevur havt nógvar ymiskar framførslur runt Evropa. Millum annað framførdi DJ Tiesto í Kirkjubø í summar, til ársins festival við Múrin, og var hann sera vælumtóktur ímillum áskoðararnar.
Tann nýggja fløgan kemur á gøtuna 5. Oktobur.