Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Moldova, sum verða ávikavist 7. september og 10. september.
Tað eru fáar broytingar á liðnum frá upprunaliga hópinum seinast. Andrias Edmundsson og Pætur Petersen avloysa Mads Boe Mikkelsen og Petur Knudsen, meðan bara tveir málverjar eru við hesu ferð. Teitur M. Gestsson er skaddur. Eisini er Hørður H. Askham við í upprunaliga hópinum.
Hallur Hansson hevur verið á vøllinum seinastu tveir dystirnar fyri KÍ, men hann er ikki íroknaður í hópinum. Hann er enn liðskipari á landsliðnum.
Føroyar spæla í Póllandi 7. september og á Tórsvølli móti Moldova 10. september.
Hópurin:
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður H. Askham, AB (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)