Føroyska landsliðið er komið aftur til Føroyar, og í annaðkvøld er annar Nations League landsdysturin á hesum senni á skránni. Dysturin er móti Luksemborg. Føroyska landsliðið hevur havt sín tíðindafund. Á tíðindafundinum vóru Håkan Ericson, landsliðsvenjari, landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen og høgri bakkurin René Shaki Joensen.
Håkan Ericson: Deiligt at verða aftur í Føroyum. Vit hava havt nakrar góðar dagar í Turkalandi, sjálvt um vit ikki fingu úrslitið, ið vit vildu. Vit hava í dag eftirmett dystin móti Turkalandi og hugt fram ímóti dystinum móti Luksemborg. Eg haaldi vit hava ein kjans.
Tað sær út til, at allir spælararnar kunnu venja í dag, so tað sær út til at allir spælarar eru tøkir. Við teimum umstøðunum, sum vit hava, so eru allir frískir til ein slíkan dyst. Luksemborg er eitt lið, sum vilja byggja upp frá verjuni. Eg haldi ikki teirra dystur móti Litava var tann besti. Um tað var tí Litava ikki vildi spæla við, ella tí garslíkið var turt skal eg ikki siga.
Tað áhugaverda við Luksemborg, er at teir hava fingið fleiri spælarar til, sum hava fingið ríkisborgaraskap. Tað er næstan umvent við Føroyum, har vit ikki gera so nógv við tað.
Gunnar Nielsen: Sum Håkan sigur, so gleða vit okkum til dystin móti Luksemborg. Sjálvt um tað ikki verður fult hús, so gleða vit okkum. Tað verður hart og torført, men tað hevði ikki verið stuttligt, um tað ikki var hart. Vit gleða okkum og eru til reiðar.
Tað er ongin ivi um, at vit fara á vøllin at vinna. Tað er rætt, at Luksemborg er betri enn teir hava verið fyrr. Tað er bara at hyggja eftir hvar hesir spælararnir spæla. Men tað er eisini líkamikið hvørjum vit spæla ímóti, eisini tá vit eru favoittar móti Andorra og øðrum, so er tað avbjóðandi. Tað verður tað eisini í morgin. Vit hava brúk fyri øllum í morgin. Skansanum og øllum teimum, sum umhugsa at koma á Tórsvøll.
Spælararnir fara nú á vøllin til seinastu venjingina undan dystinum móti Luksemborg, sum verður klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.