Tíðin vísti at hetta var tað rætta

Stovnar sum Eirargarður, eru rætta tilboðið til fólk við menningartarni

Í ár eru tað 35 ár síðani, at fyrstu búfólkini fluttu inn á Eirargarði.

Eirargarður var tann fyrsti stovnurin, sum er bygdur í Havn til fólk við menningartarni og hann er framvegis tann einasti bústovnurin til endamálið

 

Almannaverkið sigur í tíðindaskrivi í morgun, at hóast Eirargarður var eitt nýbrot í Føroyum, tá hann kom, vendi rákið. 

 

Ístaðin fyri at byggja stovnar til fólk við menningartarni, vórðu vanlig sethús keypt til endamálið, og tískil komu ikki fleiri stovnar av sama slag.

 

- Rákið er nú aftur vent soleiðis, at faklig semja er um, at stovnar sum Eirargarður eru rætta tilboðið til fólk við menningartarni.

 

- Eirargarður hevur virkað væl hesi 35 árini, men stovnurin eigur at vera nútímansgjørdur, sigur Almannaverkið.