Útibarnagarðurin úti í Grøv letur upp í septembur

Foreldrini at 40 børnum í Klaksvík hava fingið bræv um at teirra barn sleppur í útibarnagarðin úti í Grøv, sum letur upp í septembur. Hetta ger so eisini, at tað verða fleiri dagrøktarpláss

Klaksvík:
- Pláss verður fyri 40 børnum nú, og vit arbeiða við at fáa í øllum førum 20 pláss aftur at í ár ? helst til 01. oktobur. Og um tað gongur so væl, sum vit ynskja, at tað skal fara at gera, so verða uppaftur 20 onnur pláss aftur at seinni í ár. Men tað letur til at vera so torført at arbeiða við hesum, at ein torir ikki at lova nakað sum helst, sigur Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð.
Hon greiðir frá, at tað verður ferðavinnan, sum skal syrgja fyri, at tað verða 20 pláss aftur at í ár, við tað, at tað skal gerast ein skúrur aftur at úti í Grøv, sum skal hýsa teimum 20 børnunum. Men tað hevur verið, og er framvegis, sera torført at fáa hendur á handverkarum.
- Tað hevur bert verið tann eini maðurin, sum hevur verið til arbeiðis harúti, og tað sigur seg sjálvt, at tað so tekur tíð. Men hann hevur simpulten ikki fingið nakran aftur at sær, sigur Eyðgunn, sum heldur, at tað er ørkymlandi at ein allatíðina rennur seg í onkrar trupulleikar, tá tað kemur til at fáa barnaansingartrupulleikan í Klaksvíkar Kommunu loystan.
Tað, at 40 størri børn sleppa inn í barnagarð, ger at tað verða nøkur fleiri pláss í dagrøktini. Tí tað eru tey elstu børnini á bíðilistanum og í dagrøkt, sum fara í útibarnagarðin. So er ætlanin, at børnini í aldrinum 0 til 3 ár skulu vera í dagrøkt, meðan tey størru fara í barnagarð ella útibarnagarð. Hetta er tað, sum tað verður arbeitt fram ímóti.

80 á bíðilista
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tá hon tosaði við samskiparan av bíðilistanum seinast, hevði hon roknað leystliga út, at talið á bíðilistanum, eftir at øll børnini, sum sleppa í ansing nú, vóru farin av, var komið niður á umleið 80.
- Og hevði tað so eydnast okkum at fingið hasi 40 plássini aftur at í ár, so hevði tað hjálpt sera nógv upp á støðuna, sigur Eyðgunn og leggur afturat, at tað koma sjálvandi allatíðina fleiri børn á listan.
- Tað eigur eisini at vera so, men hasi 40 plássini eyka høvdu kortini gjørt stóran mun, heldur hon, men tað er ikki til at vita um, tað fer at eydnast at fáa tey plássini afturat.
- Um eg ráddi fyri øllum sjálv, ja, so vóru tað 80 pláss nú beinanvegin í septembur.
Starvsfólkini til útibarnagarðin eru sett, og leiðari er Jóhanna Vest, sum varð útlærd sum pedagogur frá Føroya Læraraskúla í februar í ár.
- Tað var eitt sindur viðvent hesuferð, tí leiðarin bleiv ikki sett, fyrr enn aftan á alt hitt starvsfólkið, men tað noyddust vit, tí tað søkti ongin pedagogur, og tí hildu vit tað vera neyðugt, at vit settu fólkini sjálvi. Um ikki leiðarastarvið hevði verðið sett, so høvdu vit lænt ein pedagog onkrastaðni til starvið. Tí útibarnagarðurin má kunna lata upp, men tann trupulleikin er tíbetur loystur nú, sigur Eyðgunn, sum við hesum vísir á, at tað eru so nógv ymisk ting, sum stinga seg upp og gera tað torført at arbeiða skjótari við tílíkum.
Hon sigur annars at tey eru sera spent upp á, hvussu tað fer at virka úti í Grøv.
- Tað sær sera gott út harúti, halda vit. Og tað stendur onki aftan fyri aðrar stovnar, so tað verður spennandi.